Veðrið var ikki til vildar at fara út í Koltur at vitja, og tí varð »Plan B« settur í verk, og tað var ein vitjan á nýggja bryggjarínum á Velbastað. Íslendska forsetaparið kom til Føroya í gjárkvøldið, og í morgun var so ætlanin at fara út í Koltur at vitja.
Men veðurlíkindini vóru ikki til slíka vitjan, og so gekk leiðin í staðin til Velbastaðar, har nýggja bryggjaríið, Okkara, heldur til.
Har vístu stjðórin og bryggjmeistarin runt, áðrenn fylgið slapp at smakka ølið.
Nú seinnapartin verður vitjað í Norðurlandahúsinum, á Listasavni Føroya og á Fornminnissavninum.
Í kvøld verður so nógv umrøddi døgurðin í Kikrjubø, har løgmaður er vertur.
Í morgin verður morgunmatur í Tinganesi fyri íslendsku gestunum og landsstýrisfólkunum, og so verður fundu millum løgmann og íslendska forsætisráðharran, Jóhonnu Sigurðardóttir.
Íslendsku gestirnir fara avstað aftur seinnapartin í morgin.