Jóhanna ætlar at sita við hús

Í morgin fara íslendingar á fólkaatkvøðu at taka støðu til lógina, sum Altingið samtykti tann 30. desember í Icesave-málinum, men sum forsetin ikki vildi staðfesta. Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, fer ikki í valhølið.

Hon segði í gjárkvøldið, at royndin at fáa eina betri avtalu við Bretland og Niðurlond hevur givið batar, men at íslendingar mugu byrja aftur av nýggjum, vrakar fólkið ta seinastu samtyktina hjá Altinginum.

Politiska andstøðan í Íslandi mælir fólkinum til at vraka lógina frá 30. desember.