Íslendski forsætisráðharrin vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til útsagnir hjá Jenis av Rana, tá ið hon hevði tíðindafund í Tinganesi í dag. - Onga viðmerking!
Tað var einasta viðmerkingin, sum íslendski forsætisráðharrin hevði til spurningin um úttalilsini hjá Jenis á Rana og ta øsing, tey hava ført við sær bæði í føroyskum og útlendskum miðlum.
- Eg eri sera væl móttikin og havi møtt stórum blíðskapi, hetta hevur verið ein væleydnað vitjan og aðrar viðmerkingar havi eg ikki til tað, segði Jóhanna Sigurðardóttir á tíðindafundinum.
Spurd, um hon helt tað vera vantandi viðing fyri íslendska forsætisráðharraembætinum, at bert tríggir av seks floksmonnum møttu til nógv umrødda døgurðan í gjárkvøldið, var hon líka diplomatisk.
- Vit høvdu ein sera góðan døgurða í sera hugnaligum umhvørvi, og meira havi eg ikki at siga um tað, segði Jóhanna Sigurðardóttir.
Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, og Kaj Leo Johannesen skrivaðu undir ein samstarvssáttmála, sum hevur til endamáls at víðka um Hoyvíkssáttmálan innan Fyrisiting, leiðslu og løgfrøðiliga siðvenju í landsfyrisitingini ? innan javnstøðu, rættargrundarlag, mannagongdir, kunningar- og útbúgvingarátøk.
Íslendski forsætisráðharrin og frú Jonina Leosdóttir fara aftur til Íslands seinnapartin.