Íslendski forsetin hevur biðið Samfylkingina og Vinstri Grønir um at skipa nýggja stjórn Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, tók hesa avgerðina eftir ein fund við formenninar í teimum báðum flokkunum.
Teir báðir flokkarnir fara nú at umrøða eitt møguligt samgongusamstarv, og ætlandi skulu teir svara forsetanum í morgin ella hósdagin, skrivar Vísir.
Í gjár ljóðaði, at Samfylkingin og Vinstri Grønir vóru samd um at skipa eina minnilutastjórn, og at Framsóknarflokkurin hevði lovað stjórnini stuðul. Tá ljóðaði, at Ingibjörg Sólrún Gísladóttir skuldi verða forsætiosráðharri, men nú tykist tað líka sannlíkt, at tað verður Jóhanna Sigurðardóttir, sum skal leiða ta næstu stjórnina. Hon er úr Samfylkingini og er í løtuni almannamálaráðharri.