Jóhanna og frú vitja løgmann

Í kvøld koma forsætisráðharri Ís­lands, Jóhanna Sig­urð­ar­dótt­ir og maki hennara, Jón­ína Leósdóttir við fylgi til Før­oy­ar á almenna vitjan.

Týsmorgunin verð­ur far­ið út í Kolt­ur. Seinn­a­part­in verð­ur vitj­að í Norð­ur­landa­hús­i­num, á List­a­savni Før­oya og á Før­oya For­n­minn­is­savni. Týs­kvøld­ið er løg­maður vertur við ein­um døg­urða í Kirkjubø.

Miku­morg­unin hevur løg­mað­ur bjóðað Jóhonnu Sig­urð­a­r­dóttir til morgunmat í Ting­a­nesi saman við lands­stýr­is­fólk­u­num. Aft­an­á verð­ur fund­ur mill­um løg­mann og ís­lendska for­sæt­is­ráð­harr­an, og klokk­an 11 verð­ur tíð­ind­a­fund­ur í Tinganesi.

Jóhanna Sigurðardóttir og fylgi fara av landinum seinna­part­in mik­u­dagin.