»Jóhanna« mundi forkomið fullveldisfundi


 

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað var um reppið, at vágssluppin ?Johanna? mundi forkomið stóra fólkafundinum, íð varð lýstur av vera í Koltri sunnudagin. Hesin fundur var annars ein tungur burður, tí fyrst skuldi hann verða hildin í Dímun, men her var hann avlýstur av trygdarorsøkum. Og sunnumorgunin vildi so illa til, at ?Jóhanna? tók í botn inni í havnini við Gomlurætt, og har stóð hon. Fjarðandi sjógvur var og hóast dugliga var roynt at fáa hana leysa aftur, so stóð sum í bergi. Endi var sett á ein buss og fólk hálaðu dúgliga í, men ?Jóhanna? var treisk og vildi ikki uttan víðar flyta fólk út í Koltur. Hon gav seg ikki fyrr enn ?Pressarin? hjá Tórshavnar Skipasmiðju skrykti hana leysa. Jóhanna fór síðan, eym um strákjølin, at flyta fólk út í Koltur.

Fólkafundurin varð hildin í elsta býlinginum í bygdini og hann var væleydnaður. Formaður Tjóðveldisflokksins helt fyrstu røðuna, síðan helt Óla Jákup í Dímum røðu, eftir honum Tórbjørn Jacobsen og Anita á Fríðriksmørk.

Tónleikabólkurin Clickhaze spældi áðrenn fundin og aftaná fundin og Koltur er tann fullkomni pallurin til fólkafundir í framtíðini.

Lesið annars reportasjuna í blaðnum í morgin.