Jóhanna Katrina vann filmskappingina um endurnýtslu

Vinningurin fyri besta filmin var 15.000 krónur

Í juni lýsti Umhvørvisstovan við kapping um at gera ein stuttan film við endamálinum at vísa á, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi.

 

Í gjár vórðu vinnararnir av filmskappingini bodnir til hátíðarhald í Perluni, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, handaði teimum vinningarnar. 

 

Á fyrsta plássi og sostatt besti filmur var “Papp-dukkuhúsið”, sum Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini:

 

Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.

 

Her ber til at síggja filmin.

 

Á øðrum plássi var filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan:

 

Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.

 

Her ber til at síggja filmin.

 

Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini “miðlakunnleiki” á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen. Dómsnevndin grundgav soleiðis:

 

Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini.

 

Her ber til at síggja filmin.

 

Fyrireikarnir fegnastu um sera góða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.

 

Dómsnevndin var mannað av:


Beinta Haraldsen, Klippfisk
Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk
Sissal Evudóttir Lervig, IRF
Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna
Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan