Í hesum sambandi var skipað fyri móttøku mikudagin 19. september fyri limum og starvsfeløgum í »Jákupsstovu« í J. Paturssonargøtu í Havn, har felagið heldur til.
Johanna Køtlum er 46 ára gomul og úr Suðuroy. Jóhanna er gift og eigur 4 børn. Hon varð útbúgvin sum sjúkrahjálpari í 1983 og varð uppskúlað til heilsurøktara í 2004.
Johanna hevur áður arbeitt á heiminum í Vallalíð og á G4, sum er skurðdeildin á Landssjúkrahúsinum.











