Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, var seinnapartin á Hagaskúlanum í Reykjavík og greiddi atkvøðu, og hon dylur ikki fyri, hvat hon atkvøddi. Á sínari Facebook skrivaði forsætisráðharrin seinni, at í hennara hugaheimi sigur tað seg sjálvt, at íslendingar eiga at atkvøða ja í dag, tí tað er til gagns fyri land og fólk á øllum økjum bæði nú og í framtíðini.
Fyrr í dag boðaði fyrrverandi forsetin Vigdís Finnbogadóttir frá, at hon hevði atkvøtt fyri Icesave-sáttmálanum.
Eygleiðarar í Reykjavík vænta, at tað verður rættiliga lítil munur á ja og nei, tá atkvøðurnar verða taldar. Tann seinasta meiningakanningin segði, at 52 prosent fóru at atkvøða ja, men tá høvdu eini 15 prosent ikki tikið støðu.










