Jóhanna gestur í FSF Varpinum

Hon hevur millum annað spælt fótbólt í Belgia

Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi er gestur í FSF Varpinum hesaferð. Umframt at hava spælt í føroysku kappingini, hevur Jóhanna eisini roynt seg í belgiskum fótbólti.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF-Varpið hesaferð

 

Hon greiðir eisini frá hví hon er endað í Klaksvík, hvat hennara koyrikort hevur við danska fótbóltsviðmerkjaran Per Frimann at gera og hvat hon væntar av dagsins umfari í Effo-deildini.

 

Fýra av teimum fimm dystunum í Effo-deildin verða í kvøld. Rás2 sigur frá dystinum í Klaksvík millum KÍ og AB.