Jóhann Mortensen formaður

Á fundi í Skógfriðingarnevndini mikudagin var val av nýggjari forkvinnu/formanni á skránna. Sigga Rasmussen boðaði frá, at hon ynskti at leggja arbeiðið sum forkvinna í nevndini frá sær eftir at hava sitið 17 ár í sessinum. Sigga heldur tó fram í nevndini, tað ið eftir er av skeiðinum.

Skógfriðingarnevndin samtykti einmælt at velja Jóhann Mortensen til nýggjan formann í Skógfriðingarnevndini restina av tilnevnda skeiðinum. Jóhann kennir eisini væl til nevndararbeiðið í Skógfriðingarnevndini, har hann hevur verið fastur limur samfelt síðani á sumri í 1991.

.Limirnir í Skógfriðingarnevndini eru: Jóhann Mortensen, formaður, Kaldbak, Dánjal Petur Højgaard, Søldarfjørður, Sigga Rasmussen, Tórshavn, Erika Lómstein Petersen, Oyndarfjørður, og Turid Madsen, Tórshavn.

Jóhann sigur, at hann í arbeiðinum sum nevndarformaður fyri Skógfriðingarnevndina fer at leggja dentin á arbeiðið at stimbra meira munadyggari planting kring landið í góðum samstarvi við m.a. kommunurnar, sum umsita býarskipanirnar.