TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen hevði beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, sum saman við liðfeløgunum spældi javnleik 2-2 ímóti HB á útivølli í dag.
Jóhan Troest Davidsen heldur, at liðið vísti góðan moral, tá teir aftanfyri tvær ferðir, og báðu ferðirnar megnaðu at koma afturíaftur og javna leiðsluna hjá Víkingi.
Jóhan Troest Davidsen sá ikki offside-støðuna, tá Víkingur fekk eitt mál annulerað ímóti dystarenda, men hann greiðir frá, at hann og liðfelagarnir vóru í kolkjallaranum eina løtu, tá teir hildu, at teir høvdu tapt 2-3.










