Danmark vann í dag 40-22 í EM undankappingardysti í hondbólti á útivølli ímóti Finnlandi.
Toppskjútti á danska landsliðnum var Jóhan á Plógv Hansen. Føroyski høgri vongurin var á vøllinum allar 60 minuttirnar, hann skoraði ellivu mál og var toppskjútti.
Sambært TV2 Danmark var Jóhan á Plógv Hansen úr týska Hannover-Burgdorf kosin at vera dagsins maður á danska liðnum.
Viðmerkjarin hjá TV2, Bent Nygaard, gav Jóhan eitt sekstal fyri avrikið. Jóhan var einasti spælarin, sum rakk sekstalinum, og viðmerkjarin segði soleiðis um føroyska vongin:
Besti maður á danska liðnum ídag. Hann skoraði 11 mál í 13 royndum ímóti málinum, og talan var um ógvuliga fleirtættaðan og fínan bóltførleika. Talan var um nógv ymisk sløg av skotum, so skiftandi finsku málverjarnir vórðu púra í ørviti.
Einasta viðmerkingin: Eg kundi í einum tveimum førum ynskt mær, at hann var eitt sindur meiri ansin í verjupartinum, skriaði Bent Nygaard um avrikið hjá Jóhan á Plógv Hansen í EM undankappingardystinum ímóti Finnlandi ídag.