Jóhan Troest hevur onga avgerð tikið

Hóast søgur hava sent landsliðsmiðverjan til barndómsfelagið NSÍ, vísir HB liðskiparin søgunum aftur

Sáttmálin hjá HB liðskiparanum, Jóhan Troest Davidsen, gongur út eftir hetta kappingarárið. Hann er tí ein nógv eftirspurdur harri, har tað ljóðar at barndómsfelagið, NSÍ, er serliga áhuga í at knýta landsliðsmiðverjan afturat hópinum. Eisini hevur ljóða at KÍ hevur havt samband við Jóhan Troest, har hann helst er hugsaður sum avloysari fyri Jonas F. Rasmussen, sum enn ikki hevur longt sáttmálan til komandi kappingarár.

 

Og søgurnar fóru at ljóða alsamt meira sannlíkar, tá tað hoyrdist, at Jóhan Troest Davidsen, í næstum aftur skal flyta inn í Eysturoynna, har hann eisini er uppvaksin.

 

Men Jóhan Troest Davidsen vísir søgunum aftur.

 

-       Støðan er tann at eg stórtrívist í HB. Tað hava ongar konkretar samráðingar verið enn, og eg havi heldur ongar ítøkiligar ætlanir um at flyta inn í Eysturoynna aftur í núverandi støðu, sigur Jóhan Troest Davidsen.

 

Útsagnirnar hjá honum benda tí á, at Jóhan Troest Davidsen aftur komandi kappingarár fer at spæla við HB, har hann eisini er liðskipari.