Besta deildin í donskum hondbóltin er nú komin til endaspælið. Í tí sambandið hevur Divisionsforeningen Håndbold sett sítt ársins lið fyri grundspælið. Millum spælararnar er føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir við Bjerringbro-Silkeborg
##med2##
Føroyski vongurin, sum fyri kortum bleiv heimsmeistari við danska landsliðnum, stendur seg eisini væl í donskum liðhondbólti. Divisionsforeningen Håndbold brúkar ein mátingar hátt, ið eitur ”MEP”. Tað stendur fyri ”Most Effective Player”, ið kann umsetast til ”effektivasti spælarin”.
##med3##
Teir spælararnir við hægst ”MEP” verða síðani valdir á liðið. Jóhan á Plógv Hansen hevur eitt ”MEP”, sum er 75. Tað er nokk til at koma á ársins sum høgri vongur.
Ársins lið:
Málverji: Emil Nielsen, Skjern Håndbold 47,83 MEP
Vinstri vongur: Magnus Bramming, TTH Holstebro 98,16 MEP
Vinstri bakkur: Aaron Mensing, SønderjyskE Herrehåndbold 80,59 MEP
Spælskipari: Johan Meklenborg, Nordsjælland Håndbold 75,52 MEP
Høgri bakk: Nikolaj Øris Nielsen, Bjerringbro-Silkeborg Elitehåndbold A/S 91,98 MEP
Høgri vongur: Johan Hansen, Bjerringbro-Silkeborg 75,13 MEP
Strikuspælari: Bjarte Myrhol, Skjern Håndbold 54,08 MEP