Í dag, 20. mars, eru liðin 30 ár síðan Jóhan Árnastein varð settur í starv sum verkførari á mekaniska bilverkstaðnum hjá Ivan Johansen Bilum. Tá Jóhan byrjaði, var verkstaðurin í kjallaranum á sethúsunum hjá Ivan Johansen á Láarvegi 7. Jóhan hevur sostatt verið við í menningini av fyritøkuni øll hesi 30 árini. Við sínum avbera góða hegni og dugnaskapi, eigur hann sín lut í tí stóra framburði, sum er farin fram hesi árini. Jóhan er úr Gásadali. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Wenzel Petersen.