Vongurin Lasse Svan Hansen, spælskiparin Morten Olsen og strikan Andreas Zachariassen eru ikki við í komandi EM-undandystum fyri Danmark.
Teir vóru við, tá Danmark í síðsta mánaði vann HM gull í Egytpalandi.
Í staðin eru Hans Lindberg, Lasse Møller og Henrik Toft Hansen við í bólkinum. Eingin teirra var við til HM.
Einki varð sagt um orsøkirnar til broytingarnar í bólkinum, tá Dansk Håndbold Forbund (DHF), í dag kunngjørdi liðið.
Við TV2 Sport segði Nikolaj Jacobsen, venjari, um frávalið av teimum trimum heimsmeistarunum í bólkinum, sum skal møta Norðurmakedona í tveimum EM undandystum í mars. Morten Olsen er valdur frá, tí venjarin vil geva Lasse Møller ein møguleika at spæla seg inn aftur á liðið, meðan Lasse Svan Hansen hevur brúk fyri at koma fyri seg eftir skaðan, hann fekk undir HM.
Anders Zachariassen er vrakaður av ítróttarligum orsøkum.
– Við Anders Zachariassen er tað so einfalt: Hørð kapping er um plássini, og Henrik Toft er klárur aftur. Eg havi mett, at teir tríggir (Henrik Toft, Magnus Saugstrup og Simon Hald, red.) eru teir, eg vil hava við, sigur Nikolaj Jacobsen við TV2 Sport.
Norðurmakedonia hevur eins og Danmark fult stigatal eftir fyrstu tveir dystirnar, og bæði liðini hava kós ímóti EM 2022, sum verður í Ungarn og Slovakia.
Fyrri dysturin verður í Skopje 11. mars, meðan heimadysturin verður í Aalborg 14. mars.
Danski hópurin til hesar dystir er:
Málmenn: Niklas Landin (THW Kiel), Kevin Møller (Barcelona), Emil Nielsen (Nantes).
Vengur: Magnus Landin (THW Kiel), Emil Jakobsen (GOG), Johan Hansen (Hannover-Burgdorf), Hans Lindberg (Füchse Berlin).
Strikur: Henrik Toft Hansen, (PSG), Magnus Saugstrup (Aalborg Håndbold), Simon Hald (Flensburg-Handewitt).
Bakkar: Henrik Møllgaard (Aalborg Håndbold), Mikkel Hansen (PSG), Mads Mensah (Flensburg-Handewitt), Lasse Andersson (Füchse Berlin), Nikolaj Øris (BSH), Mathias Gidsel (GOG), Jacob Holm (Füchse Berlin), Lasse Møller (Flensburg-Handewitt).
/ritzau/