Jóhan á Plógv nærkast danska landsliðnum

Eftir at Danmark heilt óvæntað tapti móti Ungarn í 1/8-finaluni í HM sunnudagin, eru fólk nú farin at gita um, hvørt nakrir landsliðsspælarar kanska takka fyri seg.

 

Millum teirra, sum kunnu hugsast at gevast eru menn sum Jesper Nøddesbo, Hand Lindberg og René Toft Hansen.

 

Í summar fær danska landsliðið eisini nýggjar venjara. Íslendski Gudmundur Gudmundsson takkar fyri seg og Nikolaj Jacobsen tekur yvir.

 

Danir stúra tó ikki, tí sambært serfrøðingum, eru nokk av evnaríkum avloysarum. Millum teir fremstu í røðini er føroyski Jóhan á Plógv.

 

Donsku serfrøðingarnir siga, at høgri vongurin, Hans Lindberg, er um at gerast ov gamal, hann er føddur í 1981,  og at so er Jóhan á Plógv væl skikkaður sum avloysari.

- Her líkist føroyskt-føddi, men nú danski, lopmaðurin hjá Bjerringbro-Silkeborg, Jóhan Hansen, sambært serfrøðingunum, sum mest upplagda boðið upp á ein avloysara. Jóhan Hansen spældi eisini á landsliðnum, tá Hans Lindberg og Lasse Svan góvu avboð til tveir EM-kvalifikatiónsdystir fyri hálvum øðrum árum síðani.

 

Tað hevur hilnast væl hjá Jógvan á Plógv higartil í ár og hevur hann fingið sera góð skoðsmál fyri spæl sítt í ár, millum annað í Champions League-dystunum hjá Bjerringbro-Silkeborg.

 

Hinir seks spælararnir, sum serfrøðingarnir vænta kunnu koma á danska landsliðið í næstum eru Simon Hald (Aalborg Håndbold), Martin Larsen (Aalborg Håndbold), Sebastian Frandsen (Bjerringbro-Silkeborg), Andreas Holst (GOG – skjótt Aalborg), Lasse Møller (GOG) og Frederik Clausen (GOG).

 

Les grundgevingarnar og síggj kjakið millum serfrøðingarnar her