Jóhan á Plógv Hansen mátti lata seg skifta út við skaða í Champions League dystinum móti polska Wisla Plock um vikuskiftið. Føroyski vongurin hevur meiðslað sær knæið.
Bjerringbo-Silkeborg tapti dystin í bólkaspælinum 28-25. Úrslitið ger, at danska meistaraliðið fær ótrúliga torført við at spæla seg víðari til 1/8 finalurnar.
Jóhan á Plógv Hansen spældi væl á høgra vonginum. Hann skoraði til 17-14, tá hann meiðslaði sær knæið. Talan var um skjótálop, har hann rann frá verjuni og tveitti seg fram og skoraði. Tíverri hendir okkurt í knænum í støðuni, og hann kom ikki inn aftur á vøllin.
Venjarin hjá Bjerringbo-Silkeborg sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at tað var dystaravgerandi at føroyski vongurin, sum umboðar danskan landsliðshondbólt, mátti av vøllinum. Nú verður so bíðað eftir nærri boðum um skaðan.