Jóhan á Plógv ikki úttikin til dystin móti Føroyum

Danska hondbóltslandsliðið er úttikið, men ongin Jóhan á Plógv Hansen

Danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur úttikið landsliðið, sum skal spæla móti Ukraina og Føroyum í næstum. Við føroyskum eygum er tað vert at leggja merki til, at Jóhan á Plógv Hansen ikki er úttikin til landsdystin.

 

Føroyski vongurin, sum spælir við Bjerringbro-Silkeborg í donskum hondbólti, er annars at rokna sum danskari í hondbóltssamanhangin. Tí var ein møguleiki fyri, at hann skuldi spæla móti Føroym. So verður ikki.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Danmark verður spældur í Skjern, tí Føroyar onga høll hava, sum lýkur altjóða krøv. Stóra stjørnan á danska landsliðnum, Mikkel Hansen, verður við.

 

Her er hopurin hjá danskarunum: 

Málverjar:

Niklas Landin, THW Kiel

Jannick Green, SC Magdeburg

Kevin Møller, FC Barcelona

 

Strikuspælarar:

Rene Toft Hansen, Veszprém

Henrik Toft Hansen, PSG Handball

Alexander Lynggaard, Saint-Raphaël Var

 

Vongspælarar:

Casper U. Mortensen, FC Barcelona

Magnus Landin, THW Kiel

Lasse Svan, Flensburg-Handewitt

Hans Lindberg, Füchse Berlin

 

Bakkar:

Mikkel Hansen, PSG Handball

Nikolaj Markussen, Bjerringbro-Silkeborg

Lasse Møller, GOG

Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold

Rasmus Lauge, Flensburg-Handewitt

Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen

Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf

Niclas Kirkeløkke, GOG

Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg