Jóhan á Plógv ger comeback í kvøld

Átta mánaðir eftir skurðviðgerðina er Jóhan á Plógv Hansen loksins aftur á vøllinum.

Í dag eru júst átta mánaðir síðani, at Jóhan á Plógv Hansen bleiv skurðviðgjørdur fyri krossbandsskaðan, sum hann fekk í Champions League dystinum millum BSV og Wisla Plock í februar.

 

Í kvøld spælir BSV móti TTH Holstebro og ætlanin er, at Jóhan á Plógv Hansen skal spæla nakrar minuttir.

- Eg haldi, at ætlanin er, at eg sleppi at spæla eini 10 minuttir ella so. Eg eri ikki bangin, tí knæið virkar sum vanligt, men eg eri spentur, sigur føroyski høgra vongurin við eb.dk.

 

Jóhan á Plógv Hansen hevur, til irritatión hjá mongum, valt at umboða danska landsliðið í hondbólti, og hevur spælt tvær landsdystir fyri Danmark. Nú vónar hann at vinna sær fast pláss á liðnum.

- Tað er sjálvandi ein dreymur at koma á A-landsliðið, men Hans Lindberg og Lasse Svan eru millum heimsins bestu høgru vongar, og eingin veit, nær teir gevast. Men eg ætli mær vísa meg verdan at avloysa teir, sigur 23 ára gamli føroyingurin við Ekstrablaðið.