Fótbóltur: Jóhan Petur Poulsen varð brádliga vístur av vøllinum, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin í gjár. Hóast Ransin Napoleon Djurhuus floytaði fyri frísparki til B68, fekk toftamaðurin sítt seinna gula kort. Tí kann hugsast, at Jóhan Petur Poulsen hevur sagt okkurt óviðkomandi við dómaran. Men toftamaðurin vil einki siga.
– Tú mást spyrja dómaran. Eg havi onga viðmerking, er greiða niðurstøðan hjá honum.
Men ert tú samdur í avgerðini hjá dómaranum?
– Eg havi onga viðmerking, sigur Jóhan Petur Poulsen.
Ransin Napeleon Djurhuus fær ikki gjørt viðmerkingar í løtuni. Freistin at klaga er 48 tímar, og tá kann dómarin gera viðmerkingar um einstakar hendingar í dystinum.