Klaksvík
Tey eru fegin í Suðuroy, men minni glað munnu tey vera í Klaksvík.
Og tó.
Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, er als ikki nakar bittur maður, hóast tvey av skipunum, sum áður vóru undir hattinum hjá felagnum í Klaksvík, nú eru seld til Suðuroyar.
- Nei, eg eri slett ikki bittur. Í vinnulívi gongur upp og niður, og skalt tú vera bittur, kanst tú slett ikki vera við í vinnulívinum.
Jóhan Páll sigur, at hann fegin vil ynskja suðuroyingum tilukku við skipunum – og ynskja teimum góða eydnu, nú TG Fish hevur keypt Navaran og Borgaran, ið vóru frægastu ísfiskatrolararnir, sum felagið í Klaksvík átti.
- Sum vinnulívsmaður, hittir tú somu fólkini aftur og aftur, og tað ber onga leið at vera bittur, slær stjórin í Klaksvík fast.
Støðan óviss
Spurdur, hvussu nú verður við virkseminum á Kósini, sigur Jóhan Páll, at tað dugir hann slett ikki at siga í løtuni.
- Sum er, er einki virksemi, og líkt er ikki til, at nakað verður tað, ið eftir er av hesum árinum.
Stjórin dugir heldur ikki at siga, at tað er hugsandi, at Kósin reisir seg aftur, soleiðis at virksemið kemur uppaftur at koyra fyrst í komandi ári.
- Vit umhuga støðuna nú, og eg tori í løtuni einki at siga um, hvussu verður frameftir.
Jóhan Páll sigur seg heldur ikki duga at meta um, hvørt hugsandi er, at eitt av pørunum, sum Føroya Banki enn ikki hevur selt, kann enda í Klaksvík.
Tað var Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum hevði eitt boð hjá Føroya Banka upp á allar seks ísfiskatrolararnar.
- Nei, eg dugi slett ikki at siga, um hugsandi er, um reiðarin framvegis hevur áhuga í nøkrum av teimum skipum, ið eftir eru, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri.