18. septembur kom fram, at seks skip hjá fyritøku hjá Jóhan Páll Joensen, skuldu á tvingsilssølu tann 12. Novembur 12 novembur er í morgin, og fyritøkan arbeiðir við at skaffa fígging til at keypa skipini aftur.
- Eg veit onki enn, men vit vóna at keypa skipini aftur. Einaferð seinni veit eg um vit hava fíggjarligar fyritreytir at keypa skipini aftur.
Skipini talan er um, eru, Safir, Smaragd, Navarin, Borgarin, Fjalshamar og Nónhamar.
Tá skipini vóru lýst á tvang, nevndi Jóhan Páll Joensen millum annað, at upp til 300 fólk kunnu missa størv síni, um alt korthúsið rapar.
Tvingsilssølan verður í morgin klokkan 09:45