Nevndarformaðurin og tveir nevndarlimir tóku ikki við afturvali á aðalfundinum hjá Føroya Banka í kvøld. Klaus Rasmussen er nýggjur nevndarformaður - Vit lata tykkum upp í hendi ein banka, sum er í sera góðum standi. Nú er tað tykkara ábygd at føra bankan víðari.
Tað segði Jóhan Páll Joensen, tá hann sum fráfarandi nevndarlimur heilsaði uppá tríggjar nýggjar nevndarlimir í Føroya Banka. Hann tók ikki við afturvali, eftir at hava sitið í nevndini fyri Føroya Banka síðani 1993.
- Eg havi í fleiri ár umhugsað at siga meg úr nevndini fyri bankan, men vildi ikki fara frá, mitt í einskiljingartilgongdini av bankanum. Nú haldi eg, at eg havi givið bankanum tað, ið eg havi at geva, sigur Jóhan Páll Joensen.
Graham Stewart og Eyðhild Skaalum tóku heldur ikki við afturvali, meðan Jens Erik Christensen var sinnaður at halda fram og hann varð eisini afturvaldur. Olav Enomoto og Sigmar Jacobsen stóðu ikki fyri vali hesaferð.
Tríggir av stóru partaeigarunum ? Skrínið, Faroe Lago og P/F 14, skutu í felag trý nøvn upp, ið teir vildu hava í nevndina. Klaus Rasmussen, Keld Søndergaard Holm og Wilhelm Petersen vórðu allir valdir í nevndina fyri Føroya Banka.
Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin. Klaus Rasmussen, sum til fyri stuttum var ríkisgóðkendur grannskoðari og partaeigari í grannskoðarafyritøkuni Rasmussen & Weihe, er nú nevndarformaður í Føroya Banka.
Talan var um ein friðarligan aðalfund í Føroya Banka í kvøld, har fundurin uttan viðmerkingar samtykti smærri broytingar í viðtøkunum fyri bankan, umframt at samsýningarnar og bonus til nevnd og stjórn vórðu góðkendar, somuleiðis uttan viðmerkingar.