Jóhan Páll Joensen, reiðari og vinnulívsmaður í Klaksvík, var í gjár útnevndur estlendskur konsul í Føroyum. Í tí sambandi vóru umboð fyri estlendska uttanríksráðið í Føroyum Útnevningin fór fram á Kósvirkinum, sum Jóhan Páll Joensen, eigur og rekur. Umboð fyri estlendska uttanríkisráðið og sendiharrin hjá Estlandi í Danmark vóru við til tiltakið. Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu síni.
Matti Maasikas, sum er aðalskrivari í Estlendska uttanríkisráðnum, segði seg fegnast um tað samstarv, sum Estland við nýggjum konsulati kundi fáa við Føroyar og føroyingar.
- Estland er í dag eitt sjálvstøðugt land, og tí hevur hendan ferðin til Føroya eisini fyri okkum - í hugaheiminum - verið ein ferð aftur í tíðina - tá vit eins og tit ikki vóru sjálvstøðug, segði aðalskrivarin, sum annars
fegnaðist um at hava fingið ein so dugnaligan persón at umboða land teirra.
Í takkar røðu síni segði Jóhan Páll Joensen, at hann var ikki sørt rørdur og stoltur av at fáa møguleikan at umboða Estlendsku tjóðina í Føroyum og føroysku tjóðina í Estlandi.
- Eg má viðganga at eg kenni sera lítið til Estland og tí kom tað eisini óvart á meg tá eg bleiv spurdur fyri skjótt trimum árum síðan, segði Jóhan Páll Joensen sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum.