Størsti trupulleikin øll vinnuvirki í Føroyum hava sitið við seinastu tvey árini, er mangul uppá arbeiðsmegi. Manglandi arbeiðsmegin hevur verið við til at skrúva prísirnar upp í eitt nú Føroysku byggivinnuni, so øll bygging er vorðin munandi dýrari seinastu árini, 20 – 30 %, ja, í onkrum førum kanska 50% dýrari at byggja nú, enn fyri tveimum árum síðani.
At ongin loysn er komin uppá spurningin um arbeiðsmegi í Føroyum, at landsstýrið situr sum ryssa yvir deyðum fyli og bínir, uttan at tora, vilja ella megna at taka avgerð, hevur longu kosta Føroyska samfelagnum milliónir av krónum, men tað sum verri er, so er at hetta eisini størsta forðingin fyri búskaparligum vøkstir í dag.
Tá nú politikararnir royna at yvirbjóða hvønn annan um at bøta um barsilsskipanina, kennist tað eitt sindur hykleriskt, tí teir hava júst felt uppskotið frá Tjóðveldinum um at leingja barsilsfarloyvi í tinginum.
So, Jóhan Páll Joensen, halt eg til málið um manglandi arbeiðsmegi og ger nakað við tað, tað verður ongantíð barsilskipanin sum kemur at bera ábyrgdina fyri tí trupulleikanum við manglandi arbeiðsmegi, tað er sitandi samgonga.