Jóhan Páll hevur ongar vónir um at fáa Kósina aftu

- Eg vænti, at Føroya Banki, sum í dag er einasti kreditorur í P/F Kósini, fer at biða Skiftirættin um, at gjaldssteðgurin verður ”upphevaður”, og so kann bankin leiga ella selja virkið útaftur, tá hann heldur, at tíðin er búgvin til tess. Tað sigur Jóhan Páll Joensen, sum nú ongar vónir hevur um, at stóra flakavirkið í Klaksvík letur uppaftur undir hansara leiðslu

Kósin

 

Tað var í desember 2008, at P/F Kósin, sum átti og rak stóra flakavirkið í Klaksvík, fór í gjaldssteðg – fyribils í tríggjar mánaðir. Tá henda tíðin var úti, varð gjaldssteðgurin longdur fram til 17. juni, sum er í dag.

Í prinsippinum kann ein gjaldssteðgur vara upp til eitt heilt ár, men Christian Andreassen, advokatur, sum vegna Skiftirættin hevur eftirlitið við gjaldssteðginum, hevur áður sagt seg ikki vænta, at gjaldssteðgurin verður longdur enn einaferð.

Seinastu tíðina hevur Sosialurin roynt at fingið orð á Christian Andreassen, advokat, men hann hevur verið eitt sindur ”styggur”, um vit so kunnu siga. Hann hevur sitið á fundi og hevur ikki havt stundir at sagt okkum, hvussu landið liggur í løtuni.

Soleiðis var eisini seinnapartin í gjár.

Spurningurin er so, hvat fer at henda við hesum stóra arbeiðsplássi í dag, nú nýggur skeringsdagur er.

 

Tríggir møguleikar

Sosialurin hevur skilt, at tveir møguleikar eru: 1) at Føroya Banki upphevar gjaldssteðgin og 2) at P/F Kósin fer á húsagang.

Í tí fyrra kann liggja, at bankin fer at selja felagið – ella leiga virkið út til áhugaðar og í tí seinna, at felagið fer á húsagang.

Tað er einasti kredittorur, ið eftir er, sum kann biðja Skiftirættin um, at gjaldssteðgurin verður upphevaður, og hesin er Føroya Banki.

Tá vit ikki hava fingið orð á Christian Andreassen um málið, hava vit vent okkum til Jóhan Páll Joensen, sum hevur staðið aftanfyri Kósina seinastu árini.

- Eg veit ikki, hvat fer at henda í dag, men eg havi varhugan av, at bankin fer at biðja um, at gjaldssteðgurin verður upphevaður. Havi skilt, at einki ítøkiligt fyriliggur um, hvør framtíðin hjá virkinum verður. Líkt er ikki til, at vit verða partur av tí virkisemi, sum kann blíva aftur á Kósini.

Hann vísir á, at Christian Andreassen hevur fingið í lag avtalur við aðrar kredittorar enn Føroya Banka um akkordir, soleiðis at bankin, tá dagurin í dag er lokin, verður einasti kredittorur, sum er eftir í Kósini.

- Eg havi skilt, at P/F Kósin fer at rinda millumverandi við hesar kredittorar í dag, sigur hann.

Spurdur, hvussu stórir hesir ”leysu” kredittorarnir eru, sigur Jóhan Páll, at talan er ikki um teir heilt nógvu pengarnar.

- Tá P/F Kósin fór í gjaldssteðg, var talan um eina miljón, og tað er hesin peningur, sum avtala nú er gjørd við kredittorar um at gjalda.

Sosialurin hevur eisini skilt, at samlaða skuldin í P/F Kósini er umleið 32 miljónir krónur.

- Í ringum tíðum er hetta kanska nógv, men í góðum tíðum er hetta tal ikki so ógvuliga stórt, sigur Jóhan Páll.

Sum skilst á fyrrverandi stjóranum á flakavirkinum, kundi Føroya Banki, um hann í dag biðir um, at gjaldssteðgurin verður upphevaður, latið virksemið á Kósini hildið fram við verandi eigaraviðurskiftum, men soleiðis verður ikki – ella neyvan, sum skilst á fyrrverandi stjóranum.

- Nei, eg vænti ikki, at vit fáa nakran leiklut meira á Kósini, sigur Jóhan Páll.

Hann vísir á, at honum kunnugt hava eingir nýggir íleggjarar meldað seg, og skal virkið reisast á føtur aftur og fara undir aftur framleiðlu, skulu pengar til.

- Vit hava eisini skilt, at bankin ikki er sinnaður at veita rakstrarfígging – í hvussu er ikki við okkum sum parti, sigur hann.

 

Veit ikki alt

Jóhan Páll Joensen ásannar soleiðis, at leikluturin hjá honum sum stjóra og eigara av Kósini í Klaksvík helst er útspældur.

- Eg veit ikki alt, og tí er tað ikki vist, at bankin ikki hevur okkurt annað í kvittanum – og kanska hevur onkran keypara í kikaranum. Tað vita vit jú ikki, og tað veit eg heldur ikki, sigur hann.

Spurdur, um hann er bittur, nú líkt er til, at Føroya Banki, har hann sjálvur áður hevur verið nevndarformaður, ikki er sinnaður at halda fram við honum sum parti, endurtekur Jóhan Páll tað, sum hann áður hevur sagt.

- Nei, eg eri ikki bittur, tí tað kann eg ikki brúka til nakað sum helst.

Hann ásannar tó, at støðan viðvíkjandi P/F Kósini kann koma at ávirka partar av tí virkisemi, sum Maru Seafood framvegis hevur.

- Tað er ikki óvist, at so verður, men tað er heldur ikki vist, leggur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, aftrat.