Jóhan og Danmark loystu byrjanartrupulleikar

Jóhan á Plógv Hansen var við til at venda vánaliga byrjan - Norðurlendskt brak í væntu hósdagin

 

Danmark - Eysturríki 28-17 (11-8)

Danmark var stórfavorittur móti Eysturríki, men tað sást ikki at byrja við í kvøld.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var støðan 5-8 til Eysturríki, men eftir at millum annað Jóhan á Plógv Hansen varð skiftur inn á høgra vong, vendi gongdin til fyrimun fyri Danmark.

 

Eftir seks málum móti ongum, var støðan 11-8 til Danmark í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki kundu Jóhan Hansen og liðfelagarnir lættliga leggja seg longri á odda.

 

Endin var ein greiður 28-17 sigur, har av Jóhan Hansen átti trý av málunum.

 

Eftir at Noreg eisini greiddi sína skyldu við 41-20 sigri á Kili, skulu Danmark og Noregi spæla umráðandi dyst hósdagin, har vinnarin tryggjar sær seks stig við til meginumfarið.