Jóhan og BSV í hálvfinaluni eftir dramatiskan sigur á oddaliðnum

Jóhan á Plógv skeyt eitt mál, og hetta gjørdist eisini munurin í sera spennandi avgerandi dystinum um hálvfinaluplássið.

Jóhan á Plógv Hansen skeyt eitt mál í altavgerandi dystinum ímóti GOG, men hetta var eisini nóg mikið, tí dysturin endaði 28-29 til BSV.

 

Í kvøld var seinasta umfar av ovara bólkaspælinum í donsku landskappingini leikt. Hetta bólkaspælið var ímillum átta tey fremstu liðini í grundspælinum, sum vóru býtt í tveir bólkar við fýra liðum. Tað snúði seg um at enda millum tvey tey fremstu í sínum bólki fyri at sleppa í hálvfinalurnar.

Í í báðum bólkum var tað eittans stig, ið gjørdist munurin ímillum annað og triðja pláss.

Í bólki 2 vóru BSV og Jóhan á Plógv Hansen í stórum stríði við fyrrverandi liðið hjá føroyinginum, Skanderborg, um annað plássið.

GOG hevði avgjørt bólkin greitt við tíggju stigum, meðan BSV og Skanderborg høvdu ávikavist seks og fimm stig undan seinasta umfarið í dag.

Her skuldi BSV spæla á útivølli ímóti greiða oddaliðnum, GOG, og kravið var minst eitt stig.
Skanderborg vann sum væntað sín dyst rættiliga trygt 32-27 ímóti Aarhus.

Dysturin hjá BSV ímóti GOG gjørdist eins trupul og tættur og væntað. BSV var á odda 12-13 í hálvleikinum og Jóhan á Plógv Hansen fekk eisini møguleikan at økja upp í trý mál, men hann misnýtti brotskast. Tað eydnaðist tó BSV at økja upp í fýra mál eina løtu, men GOG bardi seg inn aftur í dystin seinasta korterið.

Støðan hjá BSV var sera trupul við hálvum triðja minutti eftir. Støðan var 28-27 til GOG. Jesper Nøddesbo javnaði av strikuni og so kom ein sera dramatisk støða.

Bólturin endaði hjá strikuleikaranum hjá GOG, ið setti bóltin í málið, men dómarin metti at strikuleikarin hevði trokað. Heimaáskoðararnir vóru als ikki nøgdir, men BSV fekk bóltin og tók time-out við 48 sekundum eftir. Aftur var spælt inn til Nøddesbo á strikuni, og so var 28-29, og BSV, sum bert tørvaði eitt stig, kundi fegnast um at hava spælt seg í hálvfinaluna. Stigini blivu tvey í tali, tí GOG brendi í seinastu løtuni og dysturin endaði 28-29 til BSV.

Umframt brenda brotskastið, fekk Jóhan á Plógv bert ein møguleika í dystinum, men hann tók eisini av og skeyt sítt einasta mál í dystinum.

 

Í hinum bólkinum var sera tepurt, men Aalborg og Skjern spældu seg víðari við átta stigum í part, frammanfyri TTH Holstebro sum fekk sjey stig.