Jóhan Nielsen: ? Vit eiga at vera stoltir av avrikinum

Fótbóltur: Orðini eigur mest royndi føroyski venjarin, Jóhan Nielsen, ið er ein av teimum 9 føroysku fótbóltsvenjarunum, ið júst hava fingið heitið elituvenjarar

Alla síðstu vikuna hava 9 føroyskir fótbóltsvenjarar verið í norðurjútska býnum Fredrikshavn. Ørindini vóru fótbóltsvenjaraútbúgving. Skeiðið var síðsti liður í 2 ára langari útbúgving. Hesir 9 ganga nú undir heitinum, elituvenjarar.

Elituvenjaraútbúgvingin er næstahægsta venjaraútbúgving í danska kongaríkinum. Allir teir føroysku venjararnir stóðu royndina. Hetta er væl klárað, eisini tí, at tað er ikki heilt óvanligt, at danskir venjarar fáa at vita, at teir eru minni egnaðir til venjarastarvið.


Stóran týdning fyri føroyskan fótbólt

Ein av teimum júst útbúnu er mest vinnandi føroyski fótbóltsvenjarin nakrantíð, Jóhan Nielsen, ið venur 1.deildarliðið hjá GÍ. Jóhan heldur, at hetta hevur nógv at siga fyri føroyskan fótbólt.

? Hesir menninir hava nógva vitan at geva føroyskum fótbólti. Teir eru førir fyri at venja fótbóltsleikarar í øllum aldursbólkum eins væl og liðini hjá Fótbóltssambandinum. Sera umráðandi er tað, at vit megna at menna ungdómsfótbóltin enn meira. Hesir venjarar kunnu eisini brúkast sum ráðgevarar. Líknandi arbeiðið sum Anfinn Danielsen hevur í KÍ.


Venjaraútbúgving fult á hædd við aðrar

Ført hevur verið fram í fjølmiðlunum at føroyska venjaraútbúgvingin onki virðið hevur.

Fyrrverandi B36 venjarin, Tomislav Sivic, hevur harðliga tikið til orðana í samtali við Sosialin um júst hetta. Jóhan Nielsen vísir hesum pástandi púrasta aftur.

? Elituvenjaraútbúgvingin vit hava lokið er góðkend av UEFA. Einans 6 lond í UEFA hava fingið góðkenda stemplið, og har er Danmark eitt teirra. Hetta merkir í prinsippinum at vit kunnu fara til øll lond, ið hoyra undir UEFA, at virka sum venjari. Men tað er greitt, at útbúgvingin í sjálvum sær ikki merkir, at vit nú eru endaliga útbúnir. Vit mugu framhaldandi útbúgva okkum. Hetta er ikki bert galdandi fyri fótbóltsvenjarar, men fyri øll menniskju í øllum lívsins viðurskiftum.


Venjaraútbúgvingin neyðug

Men er tað neyðugt at brúka pening at útbúgva føroyskar venjarar, tá ið nærum øll feløgini leita sær uttanlands eftir venjarum, kundi ein freistast til at spurt.

? Jú, tað er avgjørt neyðugt at útbúgva føroyskar venjarar. Rætt er tað, at vit hava havt lyndið til at grulva á búkinum fyri tí útlendska. Men tvær orsøkir eru, ið gera tað trupult hjá teimum føroysku venjarunum og hjá feløgunum. Onnur er, at flest allir hava annað arbeiði at takast við í tí dagliga og hin er, at teir tískil ikki bara kunnu stinga í klæðsekkin og flyta. Tí er tað trupult hjá feløgunm í Suðuroynni, í Sandoynni, Vágoynni og so norðuri í Klaksvík, sigur GÍ-venjarin.

Jóhan vónar at vit framhaldandi fara at útbúgva venjarar. Eitt hugskot hevði verið at havt eina sokallaða lærlingaskipan. Øll fótbóltslið skuldu havt vaksnan venjara, ið hevði ein hjálpara, ið samstundis var lærlingur. Tað er avgerandi neyðugt at vaksin fólk taka sær av ungdómsvenjngini og ikki børn, ið venja børn, sigur Jóhan.

GÍ venjarin vil til endans veita ein stóra tøkk til útbúgvingardeildina hjá Fótbóltssambandinum, ið hevur og ger eitt stórt arbeiðið fyri at menna føroyskan fótbólt. Og ikki minst takka fyri framúr góða hjálp frá skeiðsleiðarunum, Max Rasmussen, Knud Aage Nielsen og Jens Tang Olsen.