Jóhan Nielsen vann í fyrstu royndini

Fýra av fimm dystum hava verið í Vodafonedeildini í dag og 07 Vestur er einasta liðið, ið fekk fult. Tríggir dystir endaðu við javnleiki.

 

Í fyrstu royndini sum venjari hjá 07 Vestur, megnaði Jóhan Nielsen at koppa klaksvíkingum í Klaksvík. 07 Vestur kom á odda, men Bárður Heinesen javnaði fyri heimaliðið. Men stutt fyri tíð tryggjaði Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur sigurin.

 

B36 hevur framvegis ikki tapt í landskappingini og liggur fremst. Hóast oddaliðið var á odda líka til evstu løtu, so vóru teir til tíðir undir trýsti í fyrra hálvleiki. Men tað var John Hansen, ið legði B36 á odda um miðjan fyrra hálvleik. Í evstu løtu javnaði Bartal Eliasen fyri ÍF. Símun Eliasen og Rúni Nolsøe stóðu á odda fyri ÍF liðnum á fyrsta sinni. Í Runavík spældu NSÍ og EB/Streymur javnleik 2-2. Klæmint Olsen skoraði bæði málini fyri heimaliðið, sum var á odda 1-0, men eisini aftanfyri 2-1.

 

HB var á odda bæði 2-0 og 3-2 í Gundadali í dag, men endaðu bara við at fáa eitt stig í uppgerðini móti B68. Tað sá annars út til at HB hevði tamarhald á dystinum, tá farið var til hálvleiks. Tá var HB á odda 2-0, men B68 megnaði at javna, áðrenn innskifti Rógvi Poulsen aftur legði HB á odda. Men móti endanum av dystinum javnaði André Olsen upp á brotsspark.

 

ÍF – B36 1-1 (0-1)

0-1 John Hansen, 19

1-1 Bartal Eliasen, 90

 

HB – B68 3-3 (2-0)

1-0 Andrew av Fløtum, 21

2-0 Fróði Benjaminsen, 43

2-1 Ndende, 46

2-2 Eli Simonsen, 78

3-2 Rógvi Poulsen, 83

3-3 André Olsen, 87

 

NSÍ – EB/Streymur 2-2 (0-0)

1-0 Klæmint Olsen, 52

1-1 Hans Pauli Samuelsen, 70

1-2 Alex dos Santos

2-2 Klæmint Olsen

 

KÍ – 07 Vestur 1-2 (0-0)

0-1 Jovan Panic, 58

1-1 Henry Heinesen, 71

1-2 Tór-Ingar Akselsen, 83

 

Støðan aftaná 11 umfør:

 

1: B36 25 stig

2: EB/Streumur 20

3: Víkingur 20

4: NSÍ 19

5: KÍ 16

6: HB 14

7: B68 13

8: 07 Vestur 11

9: ÍF 9

10: B71 3

 

Víkingur og B71 spæla mánakvøldið í Gøtu. Rás2 sigur frá dystinum.