Jóhan Lervig sjeytifimm

Týsdagin verður ein lorvíksingur búsitandi á Skála sjeytifimm ár

Jóhan traðkaði sínar barnaskógvar úti á Garði í Lorvik, hansara ættarbond
í faðirætt er úr Símunshúsi og í móðurættina á Regni í Lorvík.

Jóhan var ikki fermdur, tá íð hann misti mammu sína, og sótu hann og yngra
systurin Kristianna, sum býr í Leirvik, móðurleys á teirra bestu ungdómsárum.

Pápin, Tummas í Símunshúsi var sjómaður, og royndi hann á besta hátt at klára vegin og dagin.

Í 1954 giftist Jóhan vid Elinborg úr Norðragøtu, ættað úr Mortanstovu í
móðurætt, og Jákupstovu í faðirætt.

Eins og Jóhan, var Elinborg móðurleys, og hevði hon næstyngsta beiggjan
við sær til Lorvíkar. Tey búsettust úti á Garði í barnaheiminun hjá Jóhan.

Jóhan, ið er kendur sum fyrrverandi smiðjumeistari á Skála skipasmiðju,
fór sjálvur í læru har í 1948, var burtur frá nakað í 1950, men helt so áfram til 1952, tá hann fór á maskinskúla.

Stóran part av árunum fram til 1959 sigldi hann við trolara og sildabátum.
Áðrenn Jóhan aftur fór til Skála, var hann eitt stutt skifti við til at byggja tann nýggja skúlan í Leirvik.

Á Skála vóru nógv framstig innan skipasmíð, Kjølbro lat byggja eina stóra høll til hetta endamál, og var Jóhan við til at byggja hesa høll.
Fyrst í 1963 flutti hann til Skála at búgva saman við familjuni.
Í tvey summar var hann smiðjuformaður í Føroyingahavnini, til hann í 1965 bleiv smiðjumeistari á Skipasmiðjuni. Hetta starv røkti hann til fulnar í samfull 25 ár. Jóhan var góður við sítt arbeiðspláss, arbeiðsfólk og ikki minst sínar lærudreingir, og munna tað verða nógvir smiðjulærlingar,
ið minnast hann sum ein góðan meistara.

At Jóhan hevur haft annan áhuga enn skipasmíð sæst aftur í tí stóra arbeiði hann saman við øðrum hevur lagt í ítróttin í bygdini, og man tað fløva nú á ellisárum at síggja, hvussu gott tað gongur hjá felagnum, har hann eisini er heiðurslimur. Tað fer ikki dagur upp í millum, at hann ikki fer sína gongd niðan á vøllin, tá dystur er.

Jóhan misti sína kæru konu fyri knapt trimum árum síðan, tey vóru so fyrimyndarlig bæði, og eru tað nógv, sum hava notið gott av teirra blíðskapi og mátin tey vóru uppá yvir fyri teirra ætt og nærmastu .

Jóhan eigur í dag 4 børn, 14 abbabørn og 2 langabbabørn.

Jóhan verður ynskt hjartaliga tillukku á tí stóra degi, og má hann sum øllum ræður signa tíni ellisár. Føðingardagurin verður hildin í heiminum.