Jóhan kosin til ársins spælara

Jóhan á Plógv Hansen er kosin til ársins spælara í Bjerringbo-Silkeborg

Jóhan á Plógv Hansen er í dag kosin til ársins spælara í Bjerringbo-Silkeborg av fjepparafelagnum. Hetta bleiv kunngjørt undan dystinum móti Skanderborg, sum er gamla felagnum hjá honum.

##med2## 

- Ongantíð hava so nógv atkvøtt. Ársins spælari hevur gjørt eitt stórt avrik fyri okkum alt kappingarárið. Hann er eisini fantastiskur til at fáast við viðhaldsfólkini. Hann er tann besti á sínum plássi í deildini, og so er hann eisini HM-vinnari, segði frásøgumaðurin í høllin, tá hann kunngjørdi ársins spælara hjá BSV.

Tað er fjepparafelagið, BSV Support, ið hevur kosið føroyska vongin sum ársins spælara í Bjerringbo-Silkeborg hetta kappingarárið.