Um eina viku byrjar HM í manshondbólti, og danska landsliðið fyrireikaði seg í kvøld við venjingardysti ímóti Ungarn.
Við hjá Danmark var føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum varð innkallaður í gjár eftir at Hans Lindberg hevur givið avboð við skaða.
Danmark vann dystin trygt 33-19 eftir at hava verið á odda 19-10 í hálveikssteðginum. Jóhan á Plógv Hansen skeyt tvey av málunum.
Danmark spælir sunnudagin seinasta venjingardystin undan fyrsta HM-dystin ímóti Kili næsta hósdag. Hesin venjingardysturin verður eisini ímóti Ungarn.