TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr steypafinalu-upptaktsprátið Petur Asbjørn Lervig hevði við NSÍ-fjepparan, Jóhan Johannesen í SportBoxini á Rás2.
- Bæði liðini fara at leypa á, men eg tippi, at NSÍ vinnur 2-1, sigur ein vónríkur Jóhan Johannesen.
Jóhan Johannesen leggur eina við, at hann og allir hinir NSÍ-fjeppararnir ætla at vinna dystin uttanfyri vøllin ímóti B36-fjepparunum.
Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, sum verður spæld í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar upptaktssendingina longu klokkan 15.