Í Eystur Kommunu bendir alt á, at Jóhan Christiansen eisini verður borgarstjóri næstu fýra árini.
Listi E, har borgarstjórin er uppstillaður, gjørdist størsti listi við knøppum triðingi av atkvøðunum og trimum av níggju býráðslimum. Jóhan Christiansen var greiður toppskorari á listanum, og tí bendir einki á, at hann ikki heldur fram sum borgarstjóri.
Við Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vildi Jóhan ikki staðfesta, at hann heldur fram, tí sum hann tók til, so verða átta onnur við til at avgera tann spurningin. Seinastu setuna hevur talan tó ikki verið um at arbeiða í skipaðum meir- og minniluta, og heldur hetta fram, er eingin ivi um, at Jóhan heldur fram sum borgarstjóri.
Tey valdu í Eystur Kommunu eru:
LISTI E JÓHAN CHRISTIANSEN 133
LISTI B HANUS JACOBSEN 112
LISTI E BRANDUR JACOBSEN 93
LISTI C ÁRNI JACOBSEN 81
LISTI E ÓLAVUR OLSEN 68
LISTI F HANNA JENSEN 58
LISTI A HJALTI H. DALHEIM 52
LISTI B EMMA RASMUSSEN 45
LISTI C OLUFFA JOENSEN 34