Jóhan Hendrik 75: Nýrák, mótrák og samrák

Kvøða

 

Fyri um fýra árum síðani var eg og vitjaði á borgini Wartburg í Týsklandi, har tann týski trúbótarmaðurin Martin Luther helt til frá á vári 1521 og nakað inn í 1522. Luther var tá ikki pávakirkjunnar vinur, men varð vardur av fúrstanum Fríðriki tí Vísa, sum átti Wartburg. Tað verður sagt um Luther, sum brúkti tíðina á Wartburg til at umseta Nýggja Testamenti úr grikskum til týskt, at hann plagdi at spáka sær av borgini oman í bygdina at tosa við vanlig fólk um orð og málburð. Hansara hugsan mundi vera tann, at livandi, vakurt týskt mál bara var at finna á einum stað: í fólksins trúføstu sál og flógva fangi.

Luther gjørdist, sum søgukøn fólk vita, eitt fyridømi, og síðani tá hava um allan heimin óteljandi fólk, kvinnur sum menn, gingið sporini hjá Junker Jörg av andsmennisins avbyrgdu Wartburg oman til almúguna, til fólk, sum kendu lutir og blómur og kríatúr og flogfenað, og teirra nøvn, úr gerandisdagsins nánd.

 

Nú ein av Luthers føroysku eftirmonnum verður fagnaður her í dag, eri eg biðin um – ivaleyst sum umboð fyri føroyskar rithøvundar – at bera fram eina stutta kvøðu. Mær rennur í hesum sambandi í huga, hvussu støðan var, fyri slakari hálvari øld síðani, hjá okkum, sum tá fóru undir at skriva føroyskt ella at umseta úr øðrum málum. Einasta orðabókin, sum tá var at taka til hjá einum týðara, var tann bæði sera áhugaverda og samstundis heldur glopruta fýrabinda orðabókin eftir Jógvan Við Ánna. Einastu ráðini, tá ið ein fór undir at týða ein torføran tekst, vóru ofta fyrst at kveita í ein stubba eftir Mikkjal á Ryggi ella Heðin Brú, og soleiðis lesa seg heitan ella – kundi ein kanska sagt í hesum javnstøðutíðum – lesa seg upp á vegin.

Kanska kundi eg nevnt, áðrenn farið verður víðari, hvussu stóran týdning tað hevur, tá ið nýggj orð verða borin fram á torg, ella forn orð endurkveikt, at onkur blæsir lív og anda í tey. Janus Kamban, mammubeiggi mín, var lámur, men omma segði altíð, tá ið hann var óviti: Kom her við kjallláminum, og seinni loyvdi eg mær at seta hansara gylta listamans-lám í eina yrking, sum sæst í bókini Café Europa. Orðið hevði, hóast tað hevði verið evni í fródligari grein um gæliska ávirkan í Føroyum, í mínum huga tað lív, sum kemur av brúki. Tað hevði skugga.

 

Søgan um føroyskt málsligt starv er – um vit brúka tann einfalda hegelska frymilin – ein søga um nýrák, mótrák og samrák. Tann veruliga frásøgnin um hesa heilt natúrligu gongd – søgan um føroyskan málpolitikk – er ikki skrivað enn. Men eftir mínum tykki er eingin ivi um, at bæði rák og mótrák hava havt sína uppgávu, og at andgletturin, so stuttskygdur hann mangan hevur verið, hevur brýnt ta málsligu nýskapanina og styrkt hennara sigrar. Sjálvur havi eg ikki bara eygleitt gongdina í hálva øld, men eisini verið partur av henni, stundum enntá sum umboð fyri mótrákið. Hesar royndir hava lært meg at virða Jóhan Hendrik Winther Poulsen sum ein málfrøðing við dyggari og sannari vitan um mál, skyldskap við onnur mál og orðauppruna, sum ein orðaskapara, ið ofta hevur verið heppin og fundvísur, og hvørs virki hevur borið miklan ávøkst, sum ein av okkara mætastu orðasavnarum og sum ein ráðgevara, sum altíð var – og er - góður í ávikum.

Hetta merkir ikki, at ein altíð og í øllum hevur tikið undir við sjónarmiðunum hjá okkara - ikki trú-, men málbótar – Jørundi junkara. Men, kunnu vit leggja aftrat, á sín hátt er tann kritiska røddin ofta eisini ein vinarrødd. Mín egna læra av gongdini hesa seinastu hálvu øldina er, at opinleiki, forvitni og stórsinni eru leiðin til at fáa gagn av bæði nýráki og mótráki og til kanska at rógva fram at tí samráki, har eg í løtuni haldi meg vera staddan.

 

Til seinast havi eg hug at nevna, at vit føringar, sum hava verið tiknir úr leikum at savna orð og at skapa orð, í ein vissan mun hava gloymt ta triðju stóru uppgávuna: at gróðurseta eitt alment medvit um natúrliga varðveittar reglur fyri orðanna samanlíman ella syntaksi. Megna vit at lyfta hetta havið, kunnu vit vinna á tí ofta mishátta og avkvetta orðalag, sum í dag ikki sjáldan hóttir musikkin í okkara málbrúki. Og eitt aftrat. Við eini smidligari og musikalskari setningsgerð, har ávísingarfornøvn og kenniorð eru ventilar ella klýpi, verður tað samstundis leikandi lætt at lofta nýyrðum og at farga okkara nútíðarmál við ríkdidøminum í m.a. tí verki, sum henda seinnapart sær dagsins ljós.

Tá fáa orðini skugga, og tá kunnu seinni fuglar reiðrast í teirra greinum.

Tillukku – Martin Luther, mundi eg sagt – tillukku Jóhan Hendrik við føðingardegnum og tí stóra verki, sum henda seinnapart sær dagsins ljós.