NSÍ-heimasíðan skrivar, at evnaríki verjuspælarin, Jóhan Troest Davidsen, sum hevur fleiri A-landsdystir á baki, leingir sáttmálan við felagið, so hann er galdandi hetta kappingarárið út. Burtur sæð frá einum hálvum ári sum leigusveinur á Skála, hevur Jóhan altíð spælt við NSÍ. Tó var hann í 2005 og 2006 í Onglandi, har hann var fótbóltslærlingur í Premier League-felagnum, Everton.