TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen hevði við liðskiparan hjá HB, Jóhan Troest Davidsen aftaná 0-0 javnleikin millum NSÍ og HB við Løkin í Runavík, har Klæmint Olsen hjá NSÍ brendi eitt brotsspark.
HB manglaði Rók á Fløtum Jespersen, Teit Jacobsen og Ára Mohr Olsen, og mett í mun til skerda liðið og torføru uppgávuna á útivølli er Jóhan Troest Davidsen væl foreintur við at sleppa aftur til Havnar við einum stigi.
Jóhan Troest Davidsen staðfestir, at tað var eitt gott avrik og hart arbeiði, sum gav HB stig í dag.