Jóhan Hansen og BSV fingu silvur

Skjern er Danmarksmeistari í manshondbólti, eftir at liðið vann 27-26 á BSV

Skjern vann í kvøld Danmarksmeistaraheitið í manshondbólti eftir at liðið, á útivølli vann seinna finaludystin 27-26 á BSV, ið hevði Jóhan á Plógv Hansen í hópinum

Fyrri finaludystirin í Skjern var endaður 29-29, har ið BSV hevði verið á odda allan dystin.

Í seinna finaludystinum var júst øvugt. Skjern var á odda við upp til seks málum, men seinasta korterið eydnaðist tað liðfeløgunum hjá Jóhan Hansen at gera dystin heilt spennandi.

 

Avgerðin fall í seinastu sekundunum, tá ið Emil Nielsen í Skjern-málinum bjargaði seinasta skotinum í dystinum, og tíðin rann út.

Jóhan Hansen var inni á høgra vongi hjá BSV tíðliga í dystinum, men fekk ikki nógv at arbeiða við. Hann var avloystur av Jacob Lassen eftir lítlari løtu. Vit sóu tó fyrrverandi føroyska landsliðsleikaran royna seg við brotskasti seinni í dystinum, men hann megnaði ikki at fáa hetta í málið.

 

Fleiri føroyingar eru eisini tilknýttir Danmarksmeistarunum úr Skjern. Kvíkingurin Niklas Simonsen hevur vant við besta liðnum og staðið í mál á sonevnda menningarliðnum, ið spælir í donsku aðru deild.

Eisini eru fleiri føroyingar, ið spæla fyri unglingaliðið hjá Skjern.