Ein skaði til roynda danska høgra vongin hjá danska hondbóltslandsliðnum, Hans Lindberg, ger at ivi er um, hvør skal spæla á plássinum við HM-endaspælið, ið verður leikt í næstum.
Undan kappingini skal Danmark spæla venjingardyst móti Ungarn, og til hetta høvið er Jóhan á Plógv Hansen úttikin.
Tað er tó ikki vist at Jóhan á Plógv Hansen sleppur við til HM.
Danski landsliðsvenjarin sigur við danska TV2, at hann setur einki í váða við skaðanum hjá Hans Lindberg, og tí skal Jóhan á Plógv Hansen hjálpa til á høgra vongi restina av vikuni.
Eftir hetta verður ein nýggj meting gjørd, um tað verður Hans Lindberg ella Jóhan á Plógv, ið skal spæla á danska høgra vonginum til HM.
HM í manshondbólti byrjar 10. Januar