Jóhan á Plógv Hansen hevru gjørt 3 ára sáttmála við Skanderborg Håndbold í bestu deildini í Danmark. Ítróttarstjórin hevur nógv góð orð at bera føroyska vonginum.
Føroyski høgri vongurin byrjaði í ungdómsliðnum hjá Skanderborg fyri trimum árum síðani, og hevur ment seg nógv hesa tíðina. Í hesum kappingarárinum hevur hann spælt átta dystir fyri besta liðið hjá Skanderborg.
- Jóhan er ein av teimum mest spennandi spælarunum eg havi sæð á høgta vongi. Kropsliga er hann ótrúliga væl fyri og hevru eitt avsett, sum eg sjáldan havi sæð áður, sigur ítróttarstjórin í felagnum, Jesper Koch.
Jesper Koch er ikki í iva um, at Jóhan á Plógv Hansen kann blíva ein góður hondbóltsspælari. Tí er hann og felagið sinnað at gera tað sum skal til, fyri at Jóhan sleppur at menna seg sum best.