Hann er ikki á listanum við teimum 18 spælarunum, ið skulu umboða Danmark í EM endaspælinum í hondbólti, sum verður um tvær vikur.
Men øll vón er ikki burtur um, at 25 ára gamli føroyski hondbóltsspælarin í Bjerringbro-Silkeborg í bestu donsku deildini, fer at spæla við um EM heitið.
Í dag boðar danska hondbóltssambandið frá, at Johan á Plógv Hansen verður partur av danska liðnum, sum fyrstu dagarnar í nýggja árinum fer at luttaka í kapping í Fraklandi. Umframt ímóti fronsku vertunum fer Danmark at kappast ímóti Noregi. Hetta verður síðsta kappingin, áðrenn sjálvt EM endaspælið, sum verður í Noregi, Svøríki og Eysturríki.
Orsøkin til, at boð eru send eftir Jóhan á Plógv Hansen, er, at annar av vongspælarunum í høgru, Lasse Svan Hansen, er skaddur í økslini og tískil ikki fær spælt hondbólt. Lasse Svan Hansen verður við á ferðini í Frankaríki. Har fer hann at fáa viðgerð, tí tað verður vónað, at hann skal verða førur fyri at luttaka í EM endaspælinum.
Um Lasse Svan Hansen ikki verður førur fyri at spæla í EM endaspælinum, so verður Jóhan á Plógv Hannsen annar av vongspælarunum. Hin vongurin er Hans Lindberg, sum hevur føroyskar røtur.
Dystirnir í Fraklandi verða 3. og 5. januar.
EM endaspælið verður 10. til 27. januar. Danmark skal spæla 11. januar ímóti Íslandi, 13. januar ímóti Ungarn og 15. januar ímóti Russlandi.