Jóhan er heimsmeistari og hevur vunnið 104 milliónir

Føroyski telduspælarin hevur vunnið heimsmeistaraheitið í Dota 2 fyri aðru ferð á rað saman við liði sínum, sum eitur "OG"

26 ára gamli Jóhan Sundstein hevur júst skrivað søgu saman við liðfeløgum sínum í liðnum OG. Teir hava endurvunnið heimsmeistaraheitið í telduspælinum, Dota 2, í kappingini, sum eitur The International.

Teir vunnu eisini í fjør, og teir eru við sigrinum í dag tað fyrsta liðið, sum hevur vunnið meistaraheitið tvær ferðir á rað.

Teir hava við hesum vunið 104 milliónir krónur, sum teir so skulu býta millum sín. Í fjør var vinningurin 72 milliónir krónur, so talan er um ein munandi størri vinning í ár. Hetta er tí, at fleiri og fleiri síggja møguleikar í eSport-heiminum, og tí koma fleiri pengar í puljuna.

26 ára gamli Jóhan Sundstein hevur føroysk foreldur og er uppvaksin í Danmark. Í eSport heiminum er hann kendur sum BigDaddy og N0tail, tí soleiðis kallar hann seg í spælinumFøroyingurin er ein sonn heimsstjørna, og hann kann nú erpa sær við at vera hin mest vinnandi e-sportsstjørnan nakrantíð.

- Hetta er púra óveruligt. Hetta er ein dreymur, segði Johan Sundstein, tá verturin bað hann lýsa sínar kenslur, aftaná teir vunnu í áðni.

##med2##

##med3##

Les samrøðuna, vit gjørdu við Jóhan Sundstein í fjør, tá hann fyri fyrstu ferð gjørdist heimsmeistari við OG: Eg geri bara tað, eg elski og dugi best

##med4##