Tí hóast tað ikki eydnaðist hjá Anniku Olsen at vinna sær sæti á tingi, so hevur tó rætt til sæti sum varafólk á tingi fyri landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum.
Annika Olsen gjørdist nummar 10 á listanum við 289 atkvøðum. Sama atkvøðutal fekk Brandur Sandoy, og við lutakasti fekk Annika rætt til 10. plássið.
Á 12. plássi er Jóhan Eli Lyngvej Poulsen úr Sandvík 230 atkøvðum.
Borgarliga starvið hjá Anniku Olsen er sum lærari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, haðani hon í mong ár hevur havt farloyvi.