Vinnusamstarv Í sambandi við fíggjarlóg og sparingar hjá tí almenna hevur verið tosað nógv um, hvar sparast kann, men stendur tað til landsstýrismannin í vinnumálum, verður sendistovan í London neyvan tað fyrsta, sum verður spart burtur. Jóhan Dahl var í hvussu er sera væl nøgdur við ta kunning, sum hann fekk frá sendimanninum, Áka Johannesen, tá landsstýrismaðurin stakk inn á gólvið á sendistovuni fyri stuttum. -Ja, eg fekk ta fatan, at tað eru nøkur sera áhugaverd og gagnlig átøk, sum sendistovan arbeiðir við, og eg ivist ikki í, at tey fara at koma føroyskari vinnu og føroyskari mentan til gagns, sigur landsstýrismaðurin við Rás2/Sosialin. Jóhan Dahl sigur, at tær føroysku sendistovurnar uttanlands kunnu brúkast til at lata hurðar upp fyri bæði handli, vinnu og mentan, og at tað er umráðandi, at viðkomandi ráð í landsstýrinum samstarva innanhýsis fyri at fáa sum mest burturúr. Í hesum høpi hevur tað sera stóran týdning at fáa holla kunning frá sendistovunum, so myndugleikarnir hava tann besta førleikan til at taka støðu í teimum ymsu málunum, sigur hann. -Skal hetta tulkast, sum at eitt nú sendistovan í London verður ikki tað fyrsta, sum samgongan fer at spara burtur? -Tað kann eg ikki siga, men eg kann staðfesta, at frágreiðingin frá sendimanninum segði, at tað eru sera týðandi átøk, sum sendistovan arbeiðir við, og sum vónandi og væntandi fara at geva úrslit fyri samfelagið, sigur Jóhan Dahl.