Í samrøðu við Rás2 á middegi segði formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, Jóhan Dahl, at tað verður ikki við hansara vilja, at hann letur formanssessin frá sær Á Portalinum í morgun sigur Heini O. Heinesen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, at andstøðan hevur bjóðað honum formanssessin í vinnunevndini, um hann gerst partur av valbólkinum hjá andstøðuni, nú løgtingsnevndir skulu veljast av nýggjum.
Heini sigur við Portalin, at hann enn ikki veit, um hann fær nakað frá samgonguni, sum hann tekur til.
- Eg eri limur í Tjóðveldi og ynski framhaldandi at vera tað. Men eg havi ikki fingið greið boð um býtið av nevndarsessum.
Í samrøðuni sigur Heini seg helst vilja verða valdan í nevnd sum partur av Tjóðveldi og samgonguni.
Við Rás2 á middegi í dag segði formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, Jóhan Dahl, seg einki vita um, at Heini O. Heinesen hevur fingið lovað formanssessin hjá honum, um hann kemur í valbólkin hjá andstøðuni.
- Hetta er nýtt fyri mær og tað, sum Heini sigur við Portalin, má standa fyri hansara egnu rokning. Mær vitandi er spurningurin um býtið av nevndarsessum ikki viðgjørdur enn.
Jóhan Dahl sigur seg eisini ivast í, um andstøðan fer at geva Heina O. Heinesen, sum framvegis sigur seg stuðla samgonguni, formanssessin í vinnunevndini.
- Fær Sambandsflokkurin sessin, ætli eg mær at halda fram sum formaður, sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður.