Jóhan Dahl fegin um semju

Nógva rokið um nevndarvalið í Atlantic Airways endaði í gjár við einari semju á fundi millum landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl, og umboð fyri stóru privatu partaeigararnar

- Eg eri nøgdur við fundin, sum hevur veirð í dag.

Tað sigur Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, um fundin, sum hann í gjár hevði við umboð fyri privatu partaeigararnar í Atlantic Airways.

Fundurin kom í lag eftir at partar av teimum stóru partaeigarunum hvassliga høvdu funnist at ætlanini hjá landsstýrismanninum um at skifta alla nevndina út soleiðis, at landsstýrið fekk meirilutan av nevndini á fimm fólk.

- Fundurin í dag endaði við einari semju millum meg og størru privatu partaeigararnar um nevndaráseting til komandi aðalfund og tað merkir, at talið á aðalfund valdum nevndarlimum verður hækkað úr trimum upp í fýra limir, sigur Jóhan Dahl.

Tað er somuleiðis semja um nøvnini á teimum persónum, sum skulu umboða felagið eftir aðalfundin.

Jóhan Dahl vil tó einki siga um, hvørji nøvn semja er um.

- Tað verður kunngjørt á aðalfundinum og ikki fyrr en tá, staðfestir Jóhan Dahl.

Hann sigur, at talan ongantíð hevur verið um at nakar skal banka onkran annan upp á pláss, men at talan hinvegin alla tíðina hevur veirð um sunna fornuft.

- Báðir partar hava sýnt vilja og evni at fáa semju í málinum, og tað hava vit eisini fingið, og tað eri eg sera fegin um, sigur landsstýrismaðurin.

Tað er serliga umboð fyri útlendsku partaeigararnar, sum hava verið hvassorðaðir í fjølmiðlunum, men tað hevur landsstýrismaðurin onga viðmerkingar til.

- Tað, sum hinir hava sagt, má standa fyri teirra egnu rokning. Tað, sum eg kann staðfesta er, at vit skilja hvønn annan væl eftir fundin, og tey tilboð, sum eru sett fram í miðlunum, er ikki nakað, sum landsstýrismaðurin skal taka støðu til, men eitt mál fyri samgonguna, sigur Jóhan Dahl.

 

Kompetansa avgerandi

Hann sigur, at landsstýrismaurin bert hevur eina uppgávu í hesum sambandi, og tað er at velja eina nevnd, sum kann taka sær av áhugamálunum hjá landinum.

- Eru tað aðrir spurningar í hesum sambandi, so er tað eitt mál fyri landsstýrið og síðani fyri løgtingið at taka støðu til, sigur Jóhan Dahl.

Tað hevur verið ført fram av útlendsku partaeigarunum, at við at broyta nevndina hava teir privatu keypt partabrøv undir skeivum fortreytum.

- Tað er skeivt at siga, at tað almenna tekur ræði á nevndini. Tað almenna hevur fram til aðalfundin í fjør átt alla nevndina, og so valdi man at lata teir privatu fáa ein nevndarlim. Tað, sum vit nú hava mælt til er, at ein betri javnvág fæst í nevndina, og at tað verða sett krøv til kompetansuna, tí Atlantic Airways er eitt felag, sum vit øll ynskja gongur væl. Og tá vit nú hava nógvar avbjóðingar fyri framman hildu vit, at tað hevur týdning at víðka nevndina og fær størri kompetansu til at styrkja felagið í allar mátar, sigur Jóhan Dahl.

Hann sigur, at hansara uppgáva er at fáa best egnaðu nevndina at stýra felagnum, og sum saman við leiðsluni kann menna felagið. Tí tað er jú eisini í áhuganum hjá teimum privatu eigarunum.

- Sum Gunnar í Liða segði herfyri, so ræður tað um í felag at fáa sett ta bestu nevndina saman, og tað hava vit í dag funnið eina semju um, segði Jóhan Dahl við Rás2 eftir fundin í gjár.