- Nú Jóhan Dahl sigur, at vit mugu hava fleiri keyparar á marknaðin fyri at fáa sum mest burtur úr makrelinum, er tað neyvan føroyskir keyparar, sum hann hugsar um. Heldur er tað so, at hann hevur hug at fáa kinverjar at mergsúgva føroyska búskapin aftur í ár.
Tað skrivar Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu í dag.
- Ævintýrið hjá táverandi fiskimálaráðharranum kostaði føroyingum nógv. Hundraðtals miljónir eru helst mistar vegna vánaliga handfaring hjá Jóhan Dahl og hansara umsiting. Hetta er líka frá vánaligari tilrættalegging og víðari til at nokta føroyingum loyvi at flagga skip inn uppá føroyskar treytir og sáttmálar.
Føroya Fiskimannafelag veit at siga, at tað vóru fleiri føroyingar, sum fingu noktandi svar í fjør. Tí er tað nógv fyri at hoyra, at um eitt navnframt risaskip ikki tók ímóti makreli í fjør, so hevði prísurin verið nógv lægri.
- Hetta er beinleiðis lygn. Hetta skip fekk sertreytir og breyt so at siga allar lógir og sáttmálar við vælsignilsi frá myndugleikunum. Lat okkum siga, at um teir, sum søktu um at koma inn í fjør, fingu loyvi at móttaka makrel, hevði hetta fingið prísin upp. Manningin hevði fingið góða løn og hevði goldið skatt til landið.
Felagið leggur aftrat, at proviantur eisini hevði verið latin av føroyingum. Føroyingar høvdu umvælt og veitt aðrar tænastur og høvdu goldið skatt av hesum.
- Bæði manningar og tey, sum høvdu við skipini at gera, høvdu havt meiri pening at keypt fyri, og tað hevði tænastuvinnan, handlar og tey, ið veita undirhald, fingið ágóða av. Hesi høvdu so aftur goldið skatt. Øll høvdu verið glað - ella áttu at verið tað - tí nú var nokk í landskassanum til at reka almennu Føroyar fyri.
Føroya Fiskimannafelag vísir á, at aftur í ár eru nógvar umsóknir sendar Fiskimálaráðnum um at flagga skip inn til móttøku av makreli.
- Eitt eigur so at verða hugt eftir í ár. Tað er, at verða loyvir givin, mugu tað vera føroyingar - og ikki kinverjar - við einum "smartum" skota á odda, ið fáa loyvi. Um tey, ið ikki vildu halda lógina í fjør, fáa loyvi at fiska ella taka ímóti makreli aftur í ár, so er okkurt heilt galið í Føroyum, sigur Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu í dag.